- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatalið veksur

Fólkatalið í Føroym var 50.437 1. desember í fjør. Fólkatalið vaks við 685 frá 1. des. 2016 - 1. des. 2017. Tað sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni.
Fólkavøkstur er í øllum høvuðsøkjum, men mynstrið er tað sama sum undanfarnu 4-5 mánaðirnar, at fólkavøksturin er lutfalsliga størstur í Vága sýslu og Streymoy uttan fyri Tórshavnarøkið og minsti vøksturin er í Sandoyar og Suðuroyar sýslum, skrivar Hagstovan.
Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 203 fólkum, í Eysturoy við 186 fólkum og í Streymoyar økinum uttan fyri høvuðsstaðin við 116 fólkum.
Men prosentvíst er vøksturin størstur í Vága sýslu við 3,0%, í Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið við 2,5% og í Eysturoyar sýslu við 1,7%. So er eitt lop niður til Norðoya sýslu og Tórshavnarøkið við 1,1%. Og aftur eitt lop niður til Sandoyar og Suðuroy sýslum við 0,4%.
Síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri einum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum. Tað er broytt nú í vetur, so tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.