- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilboðini upp á politistøðina nógv hægri enn mett
Tilboðini upp á arbeiðið at umbyggja gamla BankNordik bygningin í Húsagøtu í Havn til politistøð eru nógv hægri enn játtanin er til arbeiðið.
Talan er um tvísiffraða milliónaupphædd.
Bygningsstyrelsen fer tí undir samráðingar við tey bæði byggifeløgini, sum komu við tilboðum. Annað teirra er MT Højgaard, sum hevur deild í Føroyum. Danska felagið er Ommen & Møller.
Eisini verður Fíggjarnevndin hjá fólkatinginum biðin um fleiri pengar, sigur Per Bjørnskov í Bygningsstyrelsen.
Bygningsstyrelsen valdi fýra byggifeløg at at verða undangóðkend at geva tilboð, tvey í Danmark og tvey í Føroyum, MT Højgaard og Articon í Føroyum.
Men tá freistin fór fyrst í desember í fjør, vóru bara tvey tilboð.
Tilboðini ov stór
Og bæði vóru ov stór sammett við játtaðu pengarnar, sigur John Kølbæk, fúti.
Hann minnir tó á, at kostnaðarmetingin er gjørd fyri tveimum árum síðani.
Samráðingar eru nú við byggifeløgini um at fáa prísin niður.
John Kølbæk stúrir fyri, at hetta fer at seinka arbeiðinum, sum helst skuldi byrja nú í januar.
110 milliónir
Játtaðar eru 110 mió. kr. til nýggju politistøðin, sum skal vera liðug næsta ár.
Tá er gamli BankNordik bygningurin og grannaognin, sum staturin keypti í oktober í 2016 frá Tórshavnar kommunu fyri 41,5 mió. kr., tald við
Støðin verður 3.126 fermetrar. Ein hædd skal byggjast afturat.
67 milliónir krónur eru í donsku fíggjarlógini í ár til politistøðina í Havn.