El-talvuvirkið klárt við størsta ordra nakrantíð

El-talvuvirkið klárt við størsta ordra nakrantíð
El-talvuvirkið í Norðragøtu hevur í vikuni leverað sín størsta ordra av el-talvum, síðan fyritøkan byrjaði í 1982
El-talvuvirkið klárt við størsta ordra nakrantíð
Mynd: ww.eysturkommuna.fo  
 
07.01.2018 - 15:52

Talan er um 7 el-talvur, ið eru tilsamans 26 metrar langar, til nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrost á Strond í Klaksvík, ið sigst vera heimsins størsta smoltstøð. Hetta skrivar Eysturkommuna á heimasíðu síni.

Allar el-talvurnar eru framleiddar á verkstaðnum í Norðragøtu. Talvurnar, ið millum annað innihalda 5 tons av kopari, skulu stýra øllum streyminum og neyðstreyminum til heimsins størstu smoltstøð, ið verður 20.000 m2.

Byrjað varð í oktober 2017 og fríggjadagin vórðu fyrstu tvær talvurnar leveraðar.

– Vit eru errin av hesum arbeiðinum, sigur Eyðun Hansen, stjóri á ETV. Tætt samstarv millum føroyskar el-fyritøkur ger tað møguligt at avgreiða stórar uppgávur sum hesar.

Við endan av hesum mánaðinum skuldu allar talvurnar verið leveraðar. Tær standa mestsum klárar á verkstaðnum í Norðragøtu at flyta norður til Klaksvíkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097