Ein kæra um umhvørvisgóðkenningina á Víkum

Ein kæra um umhvørvisgóðkenningina á Víkum
Kæran er í Innlendismálaráðnum. Føroya náttúru- og umhvørvisfelag hevur kært.
Alifelagið Luna vil sleppa at royna aling á Víkum. Men øll vilja ikki tað.
 
03.01.2018 - 13:02

Bara ein kæra kom um umhvørvisgóðkenningina, sum Luna hevur fingið til virki sítt á Sørvágsfirði og á Vikum.

Umhvørvisstovan hevur dagført og endurnýggjað umhvørvisgóðkenningina.

Kærufreistin var 27.desember. 

Føroya náttúru- og umhvørvisfelag kærdi. Kæran er nú hjá Innlendismálaráðnum.

Í Yvirfriðingarnevndini

Yvirfriðingarnevndin hevur eisini eina kæru frá felagnum, sum biður nevndina ógilda loyvið hjá Luna á Víkum.

1412 fólk hava skrivað undir áheitanina hjá Føroya náttúru- og umhvørvisfelag um at friða Víkar í Vágum.

Undirskriftirnar eru latnar Yvirfriðingarnevndini.

Partafelagið Luna ætlar at leggja aliringar á Víkum í vetur fyri at fáa greiði á, um til ber at ala har. 

Eingin fiskur verður settur í ringarnar í fyrstu syftu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859