- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin semja verkfall og verkbann halda fram
Verkfallið hjá Pedagogfelagnum og verkbannið móti felagnum halda fram, eftir at Semingsstovnurin um tíggju tíðina í gjárkvøldið gavst við royndini at fáa Pedagogfelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið at semjast.
Semingsroyndin, sum var tann fyrsta síðani 8.desember, byrjaði klokkan tíggju fyrrapartin í gjár.
8.desember vrakaðu allir partar semingsuppskotinum hjá Semingsstovninum.
Einki semingsuppskot varð lagt fyri partarnar í gjárkvøldið.
Góðar tvær vikur
Fyrstu limirnir í Pedagogfelagnum fóru í verkfall 12. desember.
14.desember lýsti Kommununala arbeiðsgevarafelagið verkbann, og síðani tá hava allir kommunalir dagsstovnar verið stongdir.
15.desember herdi Pedagogfelagið verkfallið, so tað eisini rakti limir hjá felagnum, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum.
Undantøk eru tó givin, so pedagogar eru til arbeiðis á stovnum hjá Almannaverkinum.
Verkfalið varð fyribils lagt niður á jólum, men byrjaði aftur mikumorgunin klokkan sjey.