Mest lisnu greinarnar í 2017

Mest lisnu greinarnar í 2017
Vanlukka, rættarmál, illveður og verkfall eru evni, sum áhugaðu føroyingar. Vit hava savnað ársins mest lisnu greinar á heimasíðu okkara her
 
29.12.2017 - 14:00

10. Fer at kosta at ganga í Mykines

Í apríl var grannastevna í Mykinesi, og tá varð eisini samtykt, at tað skuldi kosta 100 krónur at ganga út um bøgarðarnar. 

Hesin sokallaði hvørmansrættur hevur verið eitt nógv umrøtt evni í 2017, tí hvør eigur rættin at ganga í føroyska haganum? Og skal tað kosta? 

Greinin um kostnaðargjald fyri at ganga í haganum í Mykines gjørdist nummar 10 á listanum yvir mest lisnu greinar á heimasíðu okkara í 2017.

Les greinina her

9. Kristin Michelsen blokerar. 

Fiskivinnunýskipanin hevur fylt serstakliga nógv av tíðindaflutninginum í 2017. Eisini gjørdist ein grein um evnið ein av teimum mest lisnu í ár.  

20. apríl skrivaði Kringvarpið, at Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, ikki hevði í sinni at atkvøða fyri fiskivinnunýskipanini. 

Kristin segði, at hann ikki ætlaði at taka undir við nøkrum, ið kundi niðurlaga virksemi í Suðuroynni, men hann vildi ikki nágreina útsøgn sína. 

Les greinina her

8. Liljan Weihe fingið æltanarskriv um uppsøgn

30. november frættist tað, at tíðindaleiðarin í Kringvarpinum hevði fingið ætlanarskriv um uppsøgn. 

Nógv var frammanundan skrivað í miðlunum um sokallaðu orrustuna í KVF. Hetta gjørdist tá ein av mest lisnu greinunum á heimasíðu okkara. 

Les greinina her

7. Løgtingslimur koyrt við ov høgari promillu

politibilur

Frítekst tagging: 

Mánakvøldið tann 9. oktober frættist, at Pauli Trónd Petersen, løgtingslimur og borgarstjóri í Vestmanna, hevði koyrt við ov høgari promillu.

Hetta gjørdist skjótt ein tann mest lisna søgan, ið vit hava havt á heimasíðu okkara í 2017. 

Les greinina her

6. Óløgi gjørt stóran skaða í Leirvík

Leirvík skaði

Frítekst tagging: 

Síðsta vikuskifti í november var nógv illveður kring alt landið. Leygardagin tann 25. november gjørdi stórt óløgi skaða í Leirvík, tá óløgið kom upp um brimgarðin í Leirvík og rakti bygningin hjá El-Teknikk á kajini í Leirvík.

Tíðindini tosaðu við Trúgva Johansen, varaleiðara fyri tilbúgvingina í Eysturkommunu.

Les greinina her

5. Tíðarlinja: Samanstoyturin millum Mykines og Mars 

Tann 31. august stoyttu glastrevjabáturin, Mars, og farmaskipið, Mykines, saman. 

Vanlukkan hendi á miðjari nátt. Tveir menn vóru umborð á glastrevjabátinum, tá samanstoyturin hendi. 

Dagarnar eftir varð nógv skrivað um syrgiligu vanlukkuna. Tann 7. august gjørdi Kringvarpið eina tíðarlinju av hendingini, og hendan gjørdist eisini ein av ársins mest lisnu greinum. 

Les greinina her.  

4. Her er niðurstøðan hjá Fasta Gerðarrættinum

Verkfall hevur eisini myndað árið 2017. Fyrst fóru sjúkrarøktarfrøðingarnar í verkfall, og seinast boðaði eisini Pedagogfelagið frá verkfalli fyri leiðarar, varaleiðarar og samskiparar. Kommunurnar svaraðu aftur við verkbanni, og hetta hevði við sær, at allir stovnar hjá kommununum stongdi. 

Pedagogfelagið valdi at herða verkfallið, soleiðis at pedagogar, ið starvast hjá almannaverkinum, eisini skuldu fara í verkfall. Fíggjarmálaráðið fór í Gerðarrættin, ið dømdi verkfallið at vera óheimilað. 

Verkfallið hevur ávirkað nærum allar føroyingar, nú stovnarnir hjá kommunum stongdu beint upp undir jól. Niðurstøðan hjá Gerðarrættinum bleiv eisini ein tann mest lisna greinin í 2017.

Les niðurstøðuna her

3. Beinleiðis: Fyrsta skotið latið av

Føroyingar tykjast vera spentir til Eysturoyartunnilin verður liðugur. Í øllum førum um vit hyggja eftir mest lisnu greinunum.

Tann 21. februar skuldi fyrsta skotið fyri tunlinum um fjørðin latast av. Kringvarpið sendi beinleiðis frá hátíðarhaldinum.

Greinin, ið leinkjaði til beinleiðis stroymingina, gjørdist triðmest lisna greinin í 2017. 

2. Eldur í Varðanum Pelagic - farið frá húsum

9. juni kom eldur í Varðan Pelagic á Tvøroyri. Eldurin var sera álvarsligur og ógvisligur, og løgreglan bað fólk um at halda seg inni. 

Tá vanlukkar henda, er tað mangan, at fólk fara á tíðindaheimasíður at leita sær kunning. Hetta var eisini støðan hendan lagnudagin, tá eldur kom í flakavirkið á Tvøroyri. 

Les tíðinastubban her

1. Kommunulækni funnin sekur

Eitt mál, ið tykist hava skelkað føroyingar, er málið um kommunulæknan, ið varð ákærdur fyri at hava misnýtt kvinnur í starvi sínum. 

Talan er um eitt sera drúgt mál, og byrjaði málið longu í 2010, tá løgreglan fekk fyrstu fráboðanina. 

Tann 16. februar 2017 fall dómurin, og kommunulæknin varð dømdur sekur og varð dømdur eitt ár og seks mánaðar fongsulsrevsing fyri at hava kynsliga misnýtt fleiri kvinnur.

Kommunulæknin noktaði seg sekan og kærdi dómin til Eystara landsrætt. Proceduran í málinum væntast at vera í februar 2018 í Keypmannahavn. 

Les greinina her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130