- Tíðindi, mentan og ítróttur
Best umtóktu innsløgini í 2017

10. Lagnudagur í løgtinginum
Eitt av ársins størstu politisku málum var uttan iva fiskivinnunýskipanin. Hetta merkti eisini tíðindaflutningin í 2017.
Tá málið nærkaðist endaligu atkvøðugreiðsluni, var enn ikki vist, at eitt fleirtal fór at taka undir við uppskotinum.
Tann 11. december, dagurin fyri triðju viðgerð av fiskivinnunýskipanini, var eisini ein lagnudagur í løgtinginum.
Hetta var eisini eitt mál, sum føroyingar fylgdu gjølla, og innslagið dagin fyri triðju viðgerð gjørdist eitt tað mest sædda innslagið í 2017.
Sí innslagið í hágóðsku her.
9. Nú sleppur Krista frá at vera einsamøll
13. januar sendi Kringvarpið dokumentarin "Vit eru enn til", ið snýr seg um fólk undir 67 ár, ið hava fingið staðfest demens.
Filmurin varpaði eisini ljós á møguleikarnar hjá demensraktum undir 67 ár, ið ikki vóru nógvir.
Men tann 28. mars lat demenstilhald upp, og Krista og maðurin fegnaðust. Dagur & Vika vitjaði Kristu, og innslagið gjørdist eitt tað mest umtókta í 2017.
Sí innslagið í hágóðsku her.
8. Sí upptøkuna: Her kolast Vesturland upp
7. januar um middagsleitið fekk Vørn boð frá manningini á Vesturlandi, at eldur var har frammi í skipinum, og manningin slapp ikki framat at sløkkja eldin.
Hóast skipið bleiv vrak orsakað av stóra eldinum, so var eingin mannskaði. Kringvarpið fekk filmsbrot frá Vørn og Brimli. Filmsbrotið gjørdist eisini ein av mest sæddu filmsbrotinum á heimasíðu okkara.
Les meira her.
7. Mistak: Bankin strikaði húsakeypið
Sigtór Andreasen helt seg hava keypt eini hús í Hósvík og fór við góðari samvitsku undir at høvuðsumvæla tey.
Men nakrar mánaðir seinni misti hann tey aftur - bankin hevði gjørt eitt mistak.
Les meira og sí innslagið í hágóðsku her.
6. Verjuleysur hvølpur dripin í Sandavági
Síðst í apríl-mánað frættist, at ein verjuleysur hundahvølpur varð dripin í Sandavági.
Eigararnir høvdu bara havt hundahvølpin Svan í tveir dagar, tá hann varð tikin úr túninum í Sandavági og dripin og síðani lagdur í kjallarin hjá teimum í einum skrelliposa.
Sí innslagið í hágóðsku her.
5. - Eg fái nærum vaml, tá eg síggi Landssjúkrahúsið
Nógvar ljósmøður vóru sjúkrameldaðar vegna strongd, og hetta merkti Landssjúkrahúsið í summar. Tann 4. juli var talið av sjúkrameldaðum ljósmøðrum 16.
Tað merkti eitt nú, at Sanna Hansen, ið ikki varð sjúkrameldað, arbeiddi saman við avloysarum, sum ikki kendu arbeiðsgongdirnar á deildini.
Dagur & Vika varpaði ljós á støðuna og tosaði við Sannu Hansen um standin á Landssjúkrahúsinum, sum hon helt vera sera ørkymlandi.
Les meira og sí innslagið í hágóðsku her.
4. Her sæst flott comeback frá TB/FC Suðuroy/Royn
Eisini ítróttarfilmsbrot vóru væl umtókt í ár. Serliga hetta filmsbrotið, ið tekur samanum dystin millum TB/FC Suðuroy/Royn og B36.
TB/FC Suðuroy/Royn var aftanfyri 0-2, men vendi dystinum til ein 3-2 sigur.
Sí innslagið í hágóðsku her.
3. Video: Ringt veður í Fuglafirði í morgun
Tann 7. december herjaði illveður kring alt landið. Fleiri stovnar, skúlar og arbeiðspláss vóru stongd, og í Norðragøtu bað løgreglan fólk um at halda seg innandura.
Hendan dagin var Kringvarpið ein túr í Fuglafirði og tók upp hetta filmsbrotið, ið skjótt gjørdist sera væl umtókt.
Sí innslagið í hágóðsku her.
2. Gleðistundin bleiv ein marra
Stríðið á føðideildini fylti nógv í tíðindaflutninginum í summar. Men tað fylti eisini nógv hjá starvsfólkum, jarðarmøðrum og ikki minst barnakonum og familjum.
Símun Joensen og kona hansara, Bára, gjørdust foreldur í summar - mitt í fakliga stríðnum á Landssjúkrahúsinum.
Tað, sum skuldi verða ein gleðistund, bleiv ein marra. Hetta gjørdist eisini eitt av ársins best umtóktu innsløgum.
Les meira og sí innslagið í hágóðsku her.
1. Lagnutúrurin hjá Polar Nanoq
Mitt í januar mánað hvarv íslendska Birna Brjánsdóttir. Tveir grønlendskir menn, ið arbeiddu umborð á Polar Nanoq, vóru undir illgruna fyri at hava okkurt við málið at gera. Teir vóru handtiknir og skuldsettir.
Annar varð seinni leyslatin, meðan hin varð funnin sekur og dømdur 19-ára fongsul fyri manndráp. Umborð á Polar Nanoq starvaðust eisini nógvir føroyingar. Millum annað Niels Jacob Heinesen, sum eftir lagnutúrin fann sær nýtt starv.
Innslagið við Niels Jacob Heinesen er ov langt at leggja her. Tú kanst síggja samrøðuna við Niels Jacob í hágóðsku her.