- Tíðindi, mentan og ítróttur
44 ferðamannaskip

44 ferðamannaskip hava biðið um kajpláss hjá Tórshavnar havn í 2018. 47 skip vitjaðu í ár.
Fyrsta skipið, Magellan, kemur úr Amsterdam á Havnina longu 7. mars 2018 og fer víðari til Reykjavíkar. Næsta skipið kemur 7 apríl, triðja skipið 19. mai og síðani styttist millum skipini.
Síðsta skipið at vitja í 2018 er Marco Polo, ið kemur 9. oktober og vitjar, sum skils,t bæði í Klaksvík og í Havn.
Eisini í Runavík vitja fleiri ferðamannaskip í 2018.
Reiðaríið Tui Cruises sendir sítt allar fyrsta skip inn á Runavíkar Havn komandi summar, tá Mein Schiff 3 kemur á Runavíkina leygardagin 21. juli 2018. Reiðaríið hevur longu bílagt kajpláss til tvey onnur skip í 2019, sambært Runavíkar kommunu.