- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirgangsmaður fingið fonsulsrevsing

Nakrar dagar áðrenn hann varð handtikin í mars 2016, var Salah Abdeslam í skotbardaga við løgregluna í einum býarparti í Brússel.
Eftir ætlan skuldi rættargongdin byrja hesa vikuna, men í evstu løtu bað Abdeslam um at fáa ein verja, og tí er rættarfundurin útsettur í hálvan-annan mánað.
28 ára gamli Salah Abedeslam er franskur ríkisborgari, men búði barnaárini í Belgia.
Hann og ein vinmaður hansara kunnu verða dømdur 40 ára fongsulsrevsing fyri at hava skotið eftir løgregluni. Teir eru eisini ákærdir fyri drápsroynd móti fleiri løgreglufólkum í sambandi við yvirgangsatsóknina, og fyri at hava ólóglig vápn í varðveitslu.
Í skotbardaganum í Brússel fingu fleiri løgreglufólk skaða, samstundis sum ein maður, ið var undir illgruna í sambandi við yvirgangsatsóknina, varð skotin til deyðis.
Abdeslam varð handtikin fýra dagar eftir skotbardagan í einum øðrum býarparti í Brússel, og hevur síðani mest sum alla tíðina sitið í fongsli í Paris, har hann hevur bíðað eftir at koma fyri rættin í sambandi við yvirgangsálopið í november 2015.