- Tíðindi, mentan og ítróttur
Komu til ilnar um fiskivinnunýskipanina
Tveir mans í Klaksvík fáa bót fyri brot á politiviðtøkurnar, tí teir tíðliga í morgun vóru ógvuliga harðmæltir í miðbýnum í Klaksvík.
Menninir vóru komnir til ilnar um fiskivinnunýskipanina, sum varð samtykt hósdagin.
Teir vórðu so harðmæltir, at teir órógvaðu alt grannalagið, har teir skeldaðust, uttan tó at fara til hendurs.
Politiið metti teir vera somikið druknar, at tað nyttaði einki at tosa við teir, meir enn at sissa teir og fáa teir til hús. So teir fáa vitjan av løgregluni aftur í dag, og tá fáa teir bót fyri framferðina í Klaksvík í nátt.
Nógv fólk var í býnum kring landið í nátt, og neyðugt var at boðsenda onkrum sjúkrabili, men bert til smávgeis snuddir.
Annars var sum heild friðarligt, upplýsir løgreglan.