- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar og Grønland samd um nýggja fiskiveiðuavtalu
Føroyar og Grønland hava undirskrivað nýggja fiskiveiðuavtalu fyri 2025.
Tað boðar Fiskimálaráðið frá.
Ongar broytingar í føroysku kvotunum
Føroysku kvoturnar í grønlendskum sjógvi vera tær somu sum í fjør.
Grønlendska kvotan í føroyskum sjógvi av norðhavssild lækkar við 600 tonsum, ímeðan svartkjaftakvotan hækkar við 3.250 tonsum. Harumframt lækkar atgongdin hjá grønlendskum skipum at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi við 446 tonsum.
Avtalan staðfestir sostatt, at føroysk skip í 2025 framhaldandi kunnu fiska tilsamans 2.500 tons av toski í grønlendskum sjógvi við 50 tonsum av kalva sum hjáveiðu. Brosmukvotan verður samanlagt 375 tons.
Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi eru 325 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi.
Royndarkvotan eftir krabba við Eysturgrønland er 500 tons.
Harumframt verður møguleiki framvegis hjá føroyskum skipum at luttaka í royndarfiskiskapi eftir toski og øðrum botnfiski og -djórum á teimum norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi.
Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2025 eru 4.900 tons av norðhavssild og 23.750 tons av svartkjafti.
Eisini fær Grønland atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 7.814 tons av grønlendsku svartkjaftakvotuni í altjóða sjógvi í NEAFC-økinum.