Ongar ábendingar um atkvøður

bannari
Ongar ábendingar um atkvøður
Løgtingið umrøður við aðru viðgerð fiskivinnunýskipanina, men enn veit eingin hvussu støðan verður, tá atkvøðast skal um uppskotið
 
08.12.2017 - 12:50

Tingfundurin í morgun byrjaði ikki fyrr enn næstan ein tíma seinni enn ætlað. Orsøkin var ikki ósemja um fiskivinnunýskipanina, men veðrið og koyrilíkindini tarnaðu tingfólkum at koma til arbeiðis.

Andstøðan mælir frá at samtykkja uppskotið, men líkt er til, at Kristin MIchelsen, sum fór av landinum í morgun, hevur klearað við onkran tinglim í andstøðuni. Hetta merkir at ein samgongulimir, sum ætlar at atkvøða ja, ger eina avtalu við ein andstøðulim, sum ætlar at atkvøða nei. 

Ivasamt um atkvøður hjá samgongulimum

Semja er heldur ikki í Framsókn um uppskotið, sum tað er orðað nú, og Hanna Jensen, tingkvinna hjá Framsókn, segði við in.fo fyri løtu síðani, at hon ikki vil siga, hvussu hon fer at atkvøða.

Poul Michelsen, formaður í Framsókn, segði fyrr í morgun, at flokkurin fer at fylgja gongdini í dag og kanna, hvat talan er um. Og skulu broytingar gerast, so mugu tær gerast millum aðru og triðju viðgerð, segði hann.

Eingin Kristin 

Rógvi Olavson var staddur í løgtinginum fyrrapart, og hann segði við útvarpið at samgongan ikki er heilt fullmannað. 16 fólk eru stødd í Løgtinginum, sum væntandi atkvøða ja til uppskotið um fiskivinnunýskipan. 

- Tað letur upp fyri, at andstøðan rýmir av tingfundinum áðrenn atkvøðugreiðsluna seinni í dag ella í kvøld. Tað kann andstøðan gera. Eg hoyrdi eitt andstøðufólk siga, at hann ætlaði ikki at gera hetta, tí tað fór at útseta pínuna, sum hann orðaði seg, segði Rógvi Olavsson. 

Hendir tað, at andstøðan rýmir úr tingfundinum, so verður atkvøðugreiðslan útsett, tí tað skulu vera 17 tinglimir til staðar, um ein atkvøðugreiðsla skal fara fram. Tá Kristin Michelsen ikki er til staðar, eru bara 16 fólk eftir, um andstøðan rýmir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371