Fiskiskapur minkaður

Fiskiskapur minkaður
Ein nýggj frágreiðing frá heimsstovninum, OECD, vísir, at síðani 80'unum er fiskiskapurin eftir vanligum fiski minkaður við 40%
 
06.12.2017 - 14:48

Ein orsøk er, at fleiri fiskasløg eru niðurfiskað, men ein orsøk er eisini, at nógv lond nú leggja stóran dent á burðardygga veiðu, og tí hava avmarkað fiskiskapin.

Kanningin fevnir um tey 26 londini, sum eru limir í OECD, men eisini um fleiri onnur stór lond, sum tilsamans fiska meir enn helvtina av fiskinum um árið.

Í frágreiðingini verður upplýst, at aling av fiski er vaksin við 2,1% síðani 2011. Virðið á fiskinum er økt við 6%, tí nógv av alda fiskinum er dýr fiskasløg.

Niðurstøðan í frágreiðingini er, at fiskiskapurin eftir vanligum fiskasløgum í havinum ikki fer at vaksa stórvegis, meðan nøgdin av aldum fiski fer at vaksa nakað.

Upplýst verður, at 61% av heimsins fiskastovnum verða nýttir á skynsaman hátt, og at eftirlit er við fiskiskapinum.

Men ov lítið ella næstan einki eftirlit er við teimum fiskastovnunum, sum eru afturat, upplýsir OECD.

Upplýst verður í frágreiðingini, at tey 26 limalondini í OECD, saman við Kolumbia, Costa Rica, Indonesia, Argentina og Raiwan, fiskaðu fyri 81,5 milliardir krónur í 2015.

Limalondini í OECD fiskaðu fyri 7 milliardir krónur.

Kina er framvegis landið sum fiskar mest, og í 2015 fiskaðu kinesiskir fiskimenn fyri næstan 36 milliardir krónur, stendur í frágreiðingini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835