Jóanis Erik Køtlum nýggjur sjúkrahússtjóri

Jóanis Erik Køtlum nýggjur sjúkrahússtjóri
Jóanis Erik Køtlum er settur sum nýggjur stjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri í sjúkrahúsverkinum
 
30.11.2017 - 14:45

Hann er 51 ára gamal og er útbúgvin cand. merc í búskaparfrøði, við fíggjarstýring sum sergrein, frá Copenhagen Business School. Jóanis Erik Køtlum hevur drúgvar arbeiðs- og leiðsluroyndir á strategiskum stigi innan sjúkrahúsverk.

Hann hevur millum annað verið stjóri á Landssjúkrahúsinum, deildarstjóri og virkandi aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og stjóri í grønlendska heilsuverkinum.

Heilsumálaráðið sigur, at Jóanis Erik Køtlum hevur stórt innlit í sjúkrahúsverkið og tær avbjóðingar, sum eru, í sambandi við fráboðaðu tiltøkini í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið.

Jóanis Erik Køtlum tekur við starvinum 1. januar í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151