- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðgera kæru um fiskirættindini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hogni4.jpg?itok=hT1GGITn)
Nevndin viðger kæruna frá Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni, um Høgna Hoydal um fyrst at hava skrivað út fiskirættindi, og síðani at hava tikið somu rættindi aftur.
Málið hevur ligið í nevndini síðani 28. februar.
Jørgen Niclasen sigur, at nótaskipini fingu rætt at fiska tilsamans sløk 23.000 tons av makreli í ES-sjógvi, sum vórðu býtt út á skipini.
Kunnu krevja endurgjald
Nótaskipini fingu øll útskrivað fiskiloyvi, har tilskilað varð, hvussu nógv hvørt skip kundi fiskað. Men við kunngerð 26. januar í ár tók landsstýrismaðurin part av hesum rættindum aftur.
Jørgen Niclasen vísir í kæruni á, at verður ein tílík tilsøgn tikin aftur, kann tann, sum verður raktur, krevja endurgjald frá landskassanum. Málið um Jógvan S er eitt dømi, har landskassin varð dømdur at rinda stórt endurgjald, tí fiskirættindi vórðu tikin aftur.
Í brævi til landsstýrismálanevndina 23. mars, vísir Høgni Hoydal, landsstýrismaður, aftur, at málið kann javnmetast við at taka fiskiloyvi aftur.
Hann sigur, at í Jógvan S-málinum varð avgjørt at taka veiði- og fiskiloyvi frá skipinum, men í hesum førinum er talan um at gera eina broyting í fiskiskapinum, soleiðis at nótaskipini kunnu fiska 1500 tons fleiri í føroyskum, norskum ella altjóða sjógvi, í staðin fyri at fiska tey í ES-sjógvi.