Javnaðarflokkurin ger støðuna upp

Javnaðarflokkurin ger støðuna upp
Í løtuni viðgera Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og Poul Michelsen, formaður í Framsókn politisku kreppustøðuna
 
22.11.2017 - 11:24

Klokkan 13.00 í dag savnar Aksel V. Johannesen Javnaðarflokkin á Gamla Apoteki at gera støðuna upp, eftir at samgongan í fleiri vikur hevur verið í trupulleikum orsakað av ósemju innanfloks um fiskivinnunýskipanina.

Somuleiðis skal Tjóðveldi hittast á Gamla Apoteki klokkan 13.00 í dag at viðgera støðuna og møguleikarnar, sum eftir eru.

Ikki samgonga við Miðflokkin

Seint í gjárkvøldið varð greitt, at samgongan ikki megnar at styrkja seg við atkvøðunum hjá Miðflokkinum, tí samráðingarnar um samstarv við Miðflokkin endaðu úrslitaleysar.

Spurningurin nú er, um uppskotið um nýskipan kann broytast, so at Javnaðarflokkurin kann standa saman um hana, um til ber at dyrgja eftir øðrum flokkum at stuðla uppskotið, ella um Aksel V. Johannesen noyðist at staðfesta, at tað ikki ber til hjá honum at fáa meirluta í tinginum fyri fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, kemur í útvarpsstovuna í tíðindasendingini klokkan 12.20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497