Dia skal venja landsliðskvinnurnar

Dia skal venja landsliðskvinnurnar
Dia Midjord skal standa á odda fyri A-landsliðnum hjá kvinnum saman við Sophus Dal Christiansen. Avtalan er galdandi fram til árslok 2018
Sophus Dal Christiansen og Dia Midjord, sum standa á odda fyri føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
22.11.2017 - 14:17

Dia tekur við eftir Scott Harrigton, ið segði seg úr sessinum sum høvuðsvenjari í september, tí hann tók av tilboði sum venjari hjá kinesiska kvinnulandsliðnum. Sophus Dal Christiansen hevur verið virkandi hjálparvenjari síðan tíðliga í heyst.

Avtalan millum HSF og venjararnar er galdandi fram til árslok 2018.

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá hondbóltssambindum. 

A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla tveir EM-undakappingardystir í mars og aftur tveir í mai, næsta ár. 

Landsliðsvenjararnir fara í næstum at kunngera eina virkisætlan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896