Hevði ov leingi opið í nátt

Hevði ov leingi opið í nátt
Eigarin av einum skeinkistaði í Havn er skuldsettur fyri at hava ov leingi opið. Loyvisnevndin skal nú taka støðu til málið.
 
12.11.2017 - 10:19

Eigarin av einum skeinkistaðiðí Havn er skuldsettur fyri at hava ov leingi opið. 

Løgreglan varnaðist, at aktivitetur var uttanfyri skeinkistaðið klokkan hálvgum fimm í morgun, og tá løgreglan fór innum, sótu fólk við fullum gløsum, hóast skeinkistaðið átti at steingja klokkan fýra.

Sektaruppskot er sent loyvisnevndini, sum nú skal taka støðu til málið. 

Slík mál enda ofta við bót, men loyvisnevndin kann taka onnur stig, um líkandi støður ofta taka seg upp. 

Løgreglan var annars inni í 20 skeinkistøðum kring landið, men har var onki at finnast at. 

Løgreglan boðar frá, at náttin hevur verið friðarlig. 

Men tó so var biðið um sjúkraflutning tríggjar ferðir í suðurstreymi millum klokkan trý og hálvgum fimm. 

Løgreglan veit ikki, hvør orsøkin til sjúkraflutningarnar vóru, tí sjúkrabilur fór eftir fólkunum, og fluttu tey á Landssjúkrahúsið.

Løgreglan hevur eisini verið og mekla í samband við húsaófrið í suðurstreymi og eysturoynni, og ein maður er tikin fyri at koyra ávirkaður.

Løgreglan bíðar nú eftir úrslitunum av blóðroyndini, sum var tikin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981