Víðkaður arbeiðssteðgur

Víðkaður arbeiðssteðgur
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðar nú frá arbeiðssteðgi á G4 og seingjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
 
10.11.2017 - 11:18

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava handað stjóranum á Lønardeildini skriv í dag. 

Felagið boðar í skrivinum frá, at arbeiðssteðgurin víðkast, og at tvær deildir aftrat lýsa arbeiðssteðg.

Talan er um skurð-seingjardeildina á Landssjúkrahúsinum, G4, og seingjardeildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. 

Sjúkrarøktarfrøðingar á hesum deildum fara í verkfall mánamorgunin tann 13. november klokkan 07.

Langt ímillum partarnar

Semingsmaðurin segði í gjár, at tað var so langt ímillum partarnar, at hann hevði ongar ætlanir um at kalla lønardeildina og sjúkrarøktarfrøðingar til samráðingarborðið.

Í dag var semingsmaðurin á gátt hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, men eingin loysn er funnin. 

Sjúkrarøktarfrøðingarnar hava nú herðað verkfallið. 

Fyrr í vikuni frættist, at sjúklingar skuldu vera fluttir frá Landssjúkrahúsinum til Klaksvíkar Sjúkrahús, sum tó nú eisini hevur lýst verkfall. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114