1.449 krónur ikki nokk fyri sjúkrarøktarfrøðingar

1.449 krónur ikki nokk fyri sjúkrarøktarfrøðingar
Fíggjarmálaráðið hevur bjóðað Sjúkrarøktarfrøðingunum eina lønarhækking áljóðandi 1.449 krónur um mánaðin yvir tvey ár, men hetta er ikki nokk
Endalønin hjá lærarum er 3.522 krónur hægri enn endalønin hjá sjúrkarøktarfrøðingunum
 
09.11.2017 - 09:02

Tað stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina.

Hetta hóast Fíggjarmálaráðið hevur bjóðað eina lønarhækkan áljóðandi 1.449 krónur yvir tvey ár. 

Vilja rætta skeivleikan

Við slagorðunum "`Rættið Skeivleikan" leggur felagið dent á, at tað er ein søguligur skeivleiki, sum skal rættast. 

Harafturat finnist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at mátanum, samrátt verður, tí at Fíggjarmálaráðið heldur fast í, at karmurin í semjuni við Starvsmannafelagið skal haldast. 

1.449 krónur yvir tvey ár

Á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum stendur at lesa, at felagið hevur fingið bjóðað eina lønarhækkan áljóðandi 1.449 krónur meira um mánaðin yvir tvey ár. Tað vil siga 695 krónur meira um mánaðin fyrsta árið og so 754 krónur meira um mánaðin annað árið.

Hetta svarar til eina lønarhækking á 5,15% yvir tvey ár. Harafturat skrivar Fíggjarmálaráðið, at samráðingardyrnar standa altíð opnar, men tað krevur ein samráðingarvilja frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Men tað tykist ikki sum, at hetta er nokk fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar, sum enn eru í verkfalli. 

Somu løn sum aðrar fakbólkar við somu útbúgvingarlongd

Sjúkrarøktarfrøðingar hava gjørt greitt, at krøvini hjá felagnum hoyra til við samráðingarborðið. Tískil kann ikki sigast, júst hvørji lønarkrøv felagið hevur.

Men Sjúkrarøktarfrøðingarnar hava sagt seg krevja somu løn sum aðrar fakbólkar við somu ábyrgd og útbúgvingarlongd.

Ein samanbering við eitt nú læraralønina vísir, at hesin fakbólkur hevur eina endaløn, ið er beint yvir 3.500 hægri enn endalønin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. 

SÍ EISINI: Verkfall: hvørji tøl snýr ósemjan seg um?

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114