Fleiri í verkfall

Fleiri í verkfall
Víðkaði arbeiðssteðgurin hjá sjúkrarøktarfrøðingum byrjar klokkan 8 í morgun.
 
06.11.2017 - 06:49

Nú klokkan 8 fara 30 leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar á teimum trimum sjúkrahúsunum í verkfall.

Hetta er ein avleiðing av, at tað ikki eydnaðist at fáa semju millum Lønardeildina og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum um nýggjan sáttmála.

Semingsmaðurin steðgaði semingsroyndunum fríggjadagin. Tá fóru 16 narkosu-sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall. Um vikuskiftið avgjørdi Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at víðka verkfallið til fleiri leiðandi starvsfólk.

Sáttmálin millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið fór úr gildi 1.oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151