Verkfallið verður víðkað í morgin

Verkfallið verður víðkað í morgin
Fríggjadagin boðaði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá arbeiðs steðgi, og í gjár boðaði felagið frá, at arbeiðssteðgurin verður víðkaður.
 
05.11.2017 - 10:45

Í morgin klokkan átta fara fleiri limir hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall.

Tá fara sjúkrarøktar-fakligu varastjórarnir á øllum trimum sjúkrahúsunum. Eisini leiðarin á Uttanlandstænastuni, depilsleiðarar á kirurgiska og medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum og haraftrat allir deildarleiðarar og varadeildarleiðarar á øllum sjúkrahúsunum - undantikið á psykiatriska deplinum.

Longu fríggjadagin vóru narkosu-sjúkrarøktarfrøðingarnir sendir í verkfall, eftir at semingsmenninir steðgaðu semingsroyndini. Og í gjár boðaði felagið frá, at arbeiðssteðgurin verður víðkaður.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir og Lønardeildin hava sitið við samráðingarborðið síðan mánadagin, men uttan at nakar sáttmáli spurdist burturúr.

Lønardeildin sigur, at verkfallið er ólógligt, tí semingsmaðurin onga fráboðan hevur fingið. Ætlanin er at koyra málið í ein gerðarætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151