- Tíðindi, mentan og ítróttur
Puigdemont givið seg upp í hendurnar á løgregluni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/aaa.jpg?itok=2zoM2MCD)
Ein talsmaður hjá belgisku ákærumyndugleikunum í Bruxelles váttar á tíðindafundi í dag, at fyrrverandi forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont og fýra av hansara ráðharrum hava givið seg upp í hendurnar á belgisku løgregluni.
Tað skrivar dr.dk
Á tíðindafundinum var boðað frá, at teir fimm, sum eru eftirlýstir av sponsku myndugleikunum, hava meldað seg sjálvar til belgisku myndugleikarnar klokkan 17 minutir yvir 9 í morgun.
Síðani hava teir saman við sínum sakførarum fingið boðini um varðhaldsfongsling.
Teir fimm eru í varðhaldi og verða avhoyrdir seinnapartin av einum belgiskum dómara, sum innan 24 tímar skal taka støðu til, um evropeiska varðhaldsboðið hjá sponsku myndugleikunum skal setast í verk.
Varðahldsboðið var sent út fyrr í vikuni eftir at Puigdemont og teir fýra ráðharrarnir ikki møttu til avhoyringar í rættinum í Madrid hósdagin.
Teir eru millum annað ákærdir fyri at elva til uppreistur eftir at Katalonia lýsti loysing frá Spaniu tann 27. oktober.