- Tíðindi, mentan og ítróttur
CO2-innihald í luftini tað hægsta nakrantíð
Altjóða veðurlagsstovnurin, World Meterological Organization, vísir í nýggjastu frágreiðing frá stovninum á, at CO2-innihaldið í lofthavinum er tað hægsta í 800.000 ár.
Konsentratiónin av koltvísúrevni ella CO2 í lofthavinum liggur á 403,3 ppm, meðan hetta miðaltalið varð mált at vera 400 árið áðrenn. Sambært frágreiðingini er hækkanin eitt úrslit av menniskjaligum tiltøkum og El Niño.
Frágreiðingin er grundað á mátingum, ið eru framdar í 51 londum kring heimin.
Óvanliga heitt veðurlag
- Hetta er størsta hækkan, vit hava sæð seinastu 30 árini, vit hava fingist við hesari skipanini.
Soleiðis sigur Oksana Tarasova við BBC, sum er leiðari á tí verkætlanini hjá WMO, sum hevur eftirlit við lofthavinum.
Aðalskrivarin í WMO, Petteri Taalas, vísir eisini á álvaran av høgu tølunum.
- CO2 verður verandi í lofthavinum í fleiri hundrað ár og enn longur í havunum. Vit fara at fáa eitt óvanliga heitt og ógvisligt veðurlag í framtíðini, sigur Petteri Taalas.
Taalas sigur eisini, at hendan nøgdin er væl størri, enn avtalað sambært Parísavtaluni.
Parísavtalan er ein altjóða veðurlagsavtala, ið varð samtykt í París 12. december.
Og eftir Parisavtaluni um veðurlagsgass, má útlátið ikki vera meir enn 42 milliardir tons, um hitin ikki skal hækka meir enn tvey stig.
Veðurlagstoppfundur í næstum
Formaðurin í veðurlagsnevndini hjá ST, Erik Solheim, sigur við norska kringvarpið, at tað sum nú kemur undan kavi, og tað sum er samtykt, er alt ov langt frá hvørjumøðrum.
- Eftir at avtalan úr Paris hevur verið í gildi í eitt ár, er støðan verri enn nakrantíð, sigur hann við AFP.
Veðurlagstoppfundur verður í Bonn í næstu viku, og høvuðsuppgávan verður at fáa greiðu á, hvussu samtyktin úr Paris kann setast í verk.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at USA vil ikki halda áfram við at vera partur av avtaluni.
Les frágreiðingina frá WMO her.
Rætting: Í upprunaligu greinini stóð, at útlátið av CO2 varð tað hægsta nakrantíð. Hetta er tó ikki ein av høvuðsniðurstøðunum hjá WMO.
Rættað: 02.11.2017