- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjálvstæðisflokkurin størsti flokkurin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/islendskt_valid_2.jpg?itok=8I9hYeC4)
Sjálvstæðisflokkurin fekk 25,28 prosent av atkvøðunum, ein afturgongd á 3,72 prosent. Flokkurin fekk 16 tingsessir í mun til 20 á seinasta vali.
Vinstrigrøni flokkurin er næststórstur. Flokkurin hevði eina lítla framgongd, og fekk 16,98 prosent av atkvøðunum, sum er ein framgongd á 0,98 prosent. Vinstrigrøni flokkurin fær 11 tingfólk, ið eru eitt meira, enn flokkurin hevði frammanundan.
Samfylkingin fór úr trimum uppí sjey tingfólk. Miðflokkurin er nýggjur á tingi, og fekk sjey tingsessir, flokkurin hevði ongan tingsess frammanundan. Flokkur fólksins fekk fýra tingsessir, flokkurin hevði ongan tingsess frammanundan.
Bjørt framtíð misti sínar fýra tingsessir, og kláraði ikki uppum tinggáttina til íslendska Altingi.