Arbeiðsumstøðurnar á fiskiskipum mugu raðfestast

Arbeiðsumstøðurnar á fiskiskipum mugu raðfestast
Sjóvinnustýrið veit ikki, hví óhapp hendi á Topas. Men mælt verður til at ansa betur eftir arbeiðsumstøðunum hjá fiskimonnum
Óhappið á Topas hendi, har sum pílurin peikar.
Mynd: Sjóvinnustýrið  
 
26.10.2017 - 12:11

Reiðarar mugu vera meira tilvitaðir um tær lógir, sum eru galdandi um arbeiðsumhvørvið á fiskiskipum.

Og neyðugt er at leggja størri dent á eftirlitið við fiskiskipum.

Tað er niðurstøðan hjá Sjóvinnustýrinum, sum kannaði eitt óhapp á trolaranum Topas fyri einum ári síðani.

Sjóvinnustýrið nevnir krøv um ung undir 18 ár, trygdarskeið um arbeiðsumhvørvi, meting um arbeiðsplássið, hvussu trygdarútgerðin skal brúkast og, at manningin skal hava kravdu førleikarnar og royndirnar. 

Óhappið á Topas hendi 24.oktober í fjør, tá ein dekkari varð kroystur millum trolvektina og lúnningina. 

Ungur dekkari

Dekkarin var yngri enn 18 ár. Hetta var fjórði túrur hansara við Topas.

Hann fekk skaða av óhappinum, og tyrla kom eftir honum. Neyðugt varð at leggja tann skadda undir skurð á Landssjúkrahúsinum.

Sjóvinnustýrið kann ikki staðfesta orsøkina til óhappið.

Tveir møguleikar eru, sigur Sjóvinnustýrið. Annar er menniskjansligur feilur, sum er tann, at bremsan á veirspælinum ikki var gjørd virkin. 

Hin møguleikin er mekaniskur feilur. Hann er, at bremsan á veirspælinum gleið, tá teir hálaðu. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981