- Tíðindi, mentan og ítróttur
Venezuela næstan farið á húsagang
Venezuela er mestsum farið á húsagang, og Altjóða Valutagrunnurin, IMF, er farið at gera eina bjargingarætlan, sum kann fara at kosta 190 milliardir krónur um árið. Ætlanin at bjarga Venezuela kann fara at kosta meir enn bjargingin av Grikkalandi.
Talan er um eina av teimum størstu bjargingarætlanunum sum IMF hevur verið við til.
Alment hevur IMF ikki havt nakað samskifti við Venezuela síðani í 2007, men seinastu mánaðirnar hava umboð fyri IMF gjørt útrokningar, sum vísa, hvussu nógvum pengum Venezuela hevur tørv á fyri at hóra undan.
Búskaparliga gongdin í Venezuela hevur verið út av lagi vánalig, síðani oljuprísurin byrjaði at falla. Tað hevur havt við sær, at búskapurin er minkaður við einum triðingi, og inflatiónin er omanfyri 1.000 prosent, er metingin hjá IMF.
Væntandi útlendskir pengar hava havt við sær, at innflutningurin er minkaður við 80 prosentum seinastu fimm árini, og landið hevur tørv bæði á mati og á heilivági.
Ein talsmaður fyri Altjóða Valutagrunnin sigur, at støðan er so vánalig í Venezuela, at grunnurin má fylgja við gongdini, tí gongdin í Venezuela kann koma fleiri av grannalondunum illa við.