Landsrætturin viðger kommunulæknan í fimm dagar

Landsrætturin viðger kommunulæknan í fimm dagar
Eystari landsrættur fer í næstu viku undir revsimálið um kynsligan ágang. Fimm dagar eru settir av
Dómsvaldið skal nú aftur viðgera ákærurnar móti einum kommunulækna.
 
20.10.2017 - 10:03

Eystari landsrættur hevur sett av fimm dagar til at viðgera sakarmálið móti kommunulæknanum, sum fyrr í ár í Føroya rætti varð dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á níggju kvinnur í sambandi við læknakanningar.

Landsrætturin skuldi viðgera málið, tá hann varð í Føroyum í august.

Orsøkin til útsetingina er, sambært ákæruvaldinum, at kommunulæknin hevur fingið sær nýggjan advokat, sum er danskur.

Nýggi verjin vildi hava málið kannað meira. Tí kundi Landsrætturin ikki viðgera tað í august.

Hálvt annað ár

Kommunulæknin fekk hálvt annað ára fongsulsrevsing í Føroya rætti. 

Harumframt misti hann læknaloyvið, og hann skal rinda øllum kvinnunum endurgjald.

Hann gjørdi alt fyri eitt av at skjóta dómin inn fyri Landsrættin við kravi um frídøming.

Ákæruvaldið krevur harðari revsing og størri endugjald. 

Eystari landsrættur fer undir at viðgera málið mikudagin í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962