- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stovnar nýggjan flokk
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vittus.png?itok=QKKUU33W)
Vittus Qu-jau-kit-soq, sum hósdagin tók seg úr Siumut hósdagin er nú farin undir at stovna nýggjan flokk.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í úttanríkismálum í Grønlandi fer at stovna ein flokk, sum fer at stríðast fyri at loysa frá Danmark. Hann sigur seg sakna eina dagfesting fyri, nær Grønland verður sjálvstøðugt.
Tí fer hann at savna undirskriftir fyri at stovna nýggja flokkin.
Kravið er 942 undirskriftir. Hetta er ein 31. partur av øllum gyldigum atkvøðum á seinasta vali til landstingið.
Innsavningin byrjar í næstu viku, sigur Vittus Qu-jau-kit-soq við KNR.
Vittus Qu-jau-kitsoq hevur verið limur í Siumut í 28 ár. Orsøkin til at hann tók seg úr Siumut er, at hann vil meira á sjálvstýrisleið enn formaðurin í Siumut, Kim Kielsen, sum eisini er landsstýrisformaður.