Eftirlønin er ein sáttmálaspurningur

Eftirlønin er ein sáttmálaspurningur
211 fólk í Almannaverkinum fáa tímaløn uttan eftirlønargjald, upplýsir Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, í svari til Sonju Jógvansdóttir
 
25.09.2017 - 16:16

Tað er ein sáttmálaspurningur millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum at tryggja rætt til eftirløn, sama hvussu nógvar tímar arbeitt verður.

Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, í svari til uttanflokkatingkvinnuna, Sonju Jógvansdóttir, sum spurdi, hvussu nógv starvsfólk í Almannaverkinum ikki fáa eftirløn.

Í mars í ár fingu 819 fólk løn frá Almannaverkinum, men av tí at ikki øll starvast fulla tíð, svarar tað til 625 ársverk.

211 persónar fingu tímaløn uttan eftirlønargjald. 

Vilja hava leysari tilknýti

Eyðgunn Samuelsen sigur, at tey flestu, sum starvast sum tímalønt í Almannaverkinum, vilja sjálvi hava eitt leysari tilknýti sum tímaløntur avloysari.

Ofta er talan um lesandi ella persónar, sum hava annað høvuðsstarv, men eisini nøkur, ið ikki vilja hava fast mánaðarlønt starv.

Almannaverkið hevur virksemi á meira enn 70 støðum kring landið.

Sáttmálarnir millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi fakfelag áseta, um tímalønt hava rætt til eftirlønargjald. 

Hjálparfólk onga eftirløn

Í sáttmálanum hjá Pedagogfelagnum fyri hjálparfólk, sum tey flestu tímalønt í Almannaverkinum eru sett eftir, er eingin áseting um eftirløn til tímalønt, sigur Eyðgunn  Samuelsen. 

Hon sigur, at vilja tímalønt hava eitt meiri fast starv, eru vanliga góðir møguleikar fyri tí, tí Almannaverkið hevur meira enn 100 ferðir starvslýsingar í fjølmiðlunum um árið.

Og flestu lýsingarnar eru um fast starv, sigur Eyðgunn Samuelsen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551