- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bátabrúgvarnar í Klaksvík eru skjótt klárar
Bátabrúgvarnar í Klaksvík eru skjótt klárar
Nýggju bátabrúgvarnar í Klaksvík verða ætlandi klárar at taka í nýtslu innan heilt fáar vikur.

23.09.2017 - 09:55
Bátar eru nú komnir at liggja fyribils við nýggju brúgvarnar fyri at fáa alt at ganga upp. Tað sæst á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu.
Norðasta brúgvin og ein av sunnaru brúgvunum eru so gott sum klárar, og longu nú liggja nógvir bátar við nýggj pláss. Hetta er tó ein fyribilsloysn, tí bátarnir mugu flytast frá gomlu plássunum, so hvørt, sum gomlu brúgvarnar verða skiftar út við nýggjar.
Tað verður eisini pláss fyri fleiri bátum, tá nýggju brúgvarnar eru lagdar út. Hesi verða útlutaði av nýggjum, áðrenn brúgvarnar verða handaðar kommununi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV