Seinasta uppboðssølan var í dag

Seinasta uppboðssølan var í dag
Landskassin hevur fingið umleið 136 milliónir krónur fyri fiskin, sum er seldur á átta uppboðssølum
Slættaberg keypti størstu nøgdirnar av norðhavssild og svartkjafti
 
21.09.2017 - 15:49

Seinasta uppboðssølan av fiskirættindum á hesum sinni var á Vørn í dag.

Á afturlatnu uppboðssøluni vórðu 8.500 tons av norðhavssild seld fyri tilsamans góðar 11 milliónir krónur. 

Meðalprísurin var eina krónu og 30 fyri kilo.

Og 9.300 tons av svartkjafti vórðu seld fyri 2,5 millónir kr.

Meðalprísurin var 27 oyru kilo.

Slættaberg keypti 3.000 tons av norðhavssild, Norðborg 2.000, Næraberg 900, Jupiter og Tummas T keyptu 866 tons í part, og Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu keyptu 433 tons í part.

Slættaberg keypti 2.700 tons av svartkjafti, Næraberg 2.500, Norðingur 1.900, Hoyvík 1.400, Tummas T 497 tons og Borgarin 298 tons.

Við søluni í dag hevur landskassin fingið tilsamans umleið 136 milliónir krónur fyri norðhavssild, svartkjaft og markel og botnfisk í Barentshavinum í ár.

Átta uppboðssølur hava verið, fýra opnar og fýra afturlatnar.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151