Fiskamarknaðurin seldi fyri 16 miljónir í dag

Fiskamarknaðurin seldi fyri 16 miljónir í dag
Triðja opna uppboðssølan av fiskirættindum hevur verið á Fiskamarknaðinum í dag, og landskassin fekk slakar 16 miljónir krónur burturúr
 
12.09.2017 - 15:33

 

Seld vórðu 9.000 tons av norðhavssild hesum skipum:

Norðborg keypti 2.700 tons 
Borgarin keypti 600 tons
Fagraberg 2600 tons 
Hoyvík 1.700 ton
Nýborg 1.400 tons. 

Hesi 9.000 tonsini vórðu seld fyri góðar 13,8 miljónir krónur, og miðalprísurin var 1,54 fyri kilo.


9.000 tons av svartkjafti vórðu eisini seld hesum skipum:

Christian í Gótinum keypti 550 tons
Næraberg 1.150 tons
Fagraberg 2.700 tons
Hoyvík 2.600 tons
Nýborg 2.000 tons. 

Hesi 9000 tonsini av svartkjafti vórðu seld fyri góðar 2,1 miljón krónur, og miðalprísurin var 23 oyru fyri kilo.

Aftur hósdagin
Hósdagin verður afturlatin uppboðssøla á Vørn. Seld verða 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild. 

Seinastu uppboðssølurnar av fiskirættindum á hesum sinni vera týsdagin 19. september og hósdagin 21. september. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151