- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helgi tapti seinna talvið í World Cup í Georgia
Fyrra talvið í fyrsta umfari teirra millum í gjár endaði javnt.
Radjabov vinnur tí 1½-½ á føroyska mótstøðumanninum, og heldur fram í kappingini. Helgi er útsligin.
Tað stóð á jøvnum, tá 20 leikir vórðu spældir í dag. Í 21. leiki var Helgi óneyvur, og eftir tað var eingin náði. Radjabov fekk við snildari fintu avgerandi álop, og Helgi legði kongin, tá 32 leikir vóru fluttir.
Radjabov nr. 19
Á nýggja alheims styrkilistanum, sum heimstalvsamgongan FIDE kunngjørdi fríggjadagin, er 30 ára gamli Teimour Radjabov nummar 19 í heiminum.
Hann var stórmeistari longu 14 ára gamal sum tann næstyngsti nakrantíð.
Helgi kann fegnast um, at honum eydnaðist at fáa annað talvið javnt móti so sterkum mótstøðumanni.
Fáir norðurlendingar
Eingin føroyingur hevur fyrr verið við í stórari World Cup talvstevnu.
Av teimum 128 telvarunum, sum eru við í kappingini í Tbilisi, er Helgi Dam Ziska ein av fýra norðurlendingum. Jóhann Hjartarson úr Íslandi tapti 2-0 fyri David Navara úr Kekkia, men Aryan Tari úr Noregi fekk 1-1 móti Gawain Jones úr Onglandi. Teir fara undir kvik-telving í morgin.
Fjórði norðurlendingurin er heimsmeistarin Magnus Carlsen úr Noregi. Hann telvar seg spælandi víðari í annað umfar. World Cup talvkappingin í Tbilisi endar 28. september.