Búskaparráðið: Stór ferð á búskapinum

bannari
Búskaparráðið: Stór ferð á búskapinum
Búskaparráðið endurtekur í nýggju heystfrágreiðingini, at kommunurnar mugu koma undir búskaparstýringina í landinum
Búskaparstýringin í Føroyum eigur eisini at fevna um kommunurnar, endurtekur Búskaparráðið í dag
Mynd: savnsmynd  
 
31.08.2017 - 09:12

Hákonjunktururin í føroyska búskapinum gerst alsamt týðiligari, og enn einaferð eftirlýsir Búskaparráðið, at kommunubúskapurin eisini kemur undir játtanarkarmar landsins.

- Fyri 2017 hava kommunurnar budgetterað við merkisvert stórum halli á 610 mió. kr. Kommunalu íløgurnar eru budgetteraðar til 985 mió. kr. í 2017, og hetta er munandi hægri enn undanfarin ár, stendur í heystfrágreiðingini, sum Búskaparráðið leggur fram í morgun.

Hákonjunktururin er eyðkendur við lágum arbeiðsloysi, høgum arbeiðsvirkni, nettotilflyting, íbúðartroti í miðstaðarøkinum og búskaparvøkstri.

Stóru tíðarsamanfallandi privatu og almennu íløgurnar síðan 2013 hava trokað burtur bústaðarbygging, samstundis sum tær hava vaksið um kostnaðarstøðið í bústaðarbygging og bústaðarumvælingum, sigur Búskaparráðið og endurtekur, at betri samskipan av almenna íløgupolitikkinum hjá landi og kommunum hevði minkað um sveiggið í búskapinum og um fløskuhálsarnar á byggi- og bústaðarmarknaðinum.

 

Samráðast aftur í dag

- Konjunkturviðgangandi búskaparpolitikkurin, herundir serliga íløgurnar, endurtekur seg. Búskaparráðið hevur frámælt ójøvnu árligu íløgustøddunum, ið økja um óstøðugleikan í búskapinum, stendur í heystfrágreiðingini.

Sum nevnt er hetta ikki nýggjur boðskapur frá Búskaparráðnum, men landsstýrið boðaði í vár frá, at tey ikki vilja áleggja kommununum rakstrarloft ella íløguloft við lóg. Men tilmæli var við í játtanarkarminum, sum varð kunngjørdur 31. mars, og arbeiðsbólkur varð settur at orða samstarv um búskaparstýring.

Enn er avtalan ikki liðug, men seinni fyrrapartin er fundur aftur millum Kommunufelagið og Fíggjarmálaráðið um búskaparstýring. 

- Á skránni fyri fundin er uppskot til avtalu um fleiri fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu vit tryggja samskipaða búskaparstýring millum land og kommunur, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Kommunurnar hava í sínum lagi víst á, at enn eru leysir endar frá tí, at kommunurnar yvirtóku raksturin av eldraøkinum. Tí skal ein loysn finnast á íløgutørvinum, sum er á eldraøkinum, og sum semja ikki varð gjørd um, tá umskipanin varð gjørd.

Sum er, kunnu kommunurnar ikki læna meira enn eina álíkning, sum er kommunurskatturin, ið kommunurnar fáa, í eitt ár.


Lesið heystarfrágreiðingina 2017 her

Lesið eisini her

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151