Krevur fongsul í tvey ár og meira fyri eldáseting

Krevur fongsul í tvey ár og meira fyri eldáseting
Verjarnir krevja frídøming, tí eingi prógv eru, siga teir. Dómur fellur um eina viku
Skaði hendi fyri slaka 1,7 mió.kr., sigur tryggingin.
 
29.08.2017 - 16:46

Ákæruvaldið krevur, at tann 30 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at seta eld á AA húsið við Tinghúsvegin í Havn 20.juli í fjør, fær tvey ára fongsulsrevsing.

Hin ákærdi maðurin, sum er 27 ára gamal, eigur at fáa tvey ár og tríggjar mánaðir í fongsli.

Hjá báðum monnunum eru gamlir dómar tiknir við í kravið hjá ákæranum.

Endurgjald

Tann yngri maðurin er eina ferð dømdur fyri eldáseting, tí er kravið um dóm til hansara nakað størri.

Teir eru eisini kravdir eftir endurgjaldi frá tryggingini fyri hús og innbúgv. Kravið er ein millión og 685.000 kr. 

Menninir nokta seg sekar, og verjarnir kravdu frídøming.

Teir vístu eisini endurgjaldskravinum aftur, tí tað er ikki skjalprógvað.

Dómur verður sagdur næsta týsdag á middegi.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981