- Tíðindi, mentan og ítróttur
Donsk brotsmannalið skulu granskast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/christiansborg_1.jpg?itok=JulIPbk3)
Í Danmark eru bardagar millum ymisk brotsmannalið vorðin vanligari, serliga í Keypmannahavn. Ofta eru vápn uppi í leikinum, og tað hendir meira enn so, at fólk liggja eftir á.
Hesi "bandakríggini" skulu nú granskast, og tí hevur Søren Pind, granskingar- og útbúgvingarmálaráðharri, biðið um, at 20 milliónir krónur verða settar á komandi donsku fíggjarlógarlógina til tað, sum nevnt verður "undan-avrik", tvs. at granskast skal, hví børn og ung koma sær uppí hesi harkalið, og hvussu tað kann fyribyrgjast, skrivar Berlingske.
Tær 20 milliónir krónurnar eru partur av eini meirjáttan uppá 400 milliónir krónur á donsku fíggjarlógini næsta ár fyri at røkka politiska endamálinum, at Danmark skal brúka í minsta lagi eitt prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking og menning.
- Vit skulu hava gransking, sum kann vísa á, hvat gerast skal við barnafamiljur, sum ikki virka, og eru við til at klekja tey, sum fara upp í brotsmannaliðini, sigur Søren Pind við Berlingske.