Kunningarfólkið skal setast eftir reglunum

Kunningarfólkið skal setast eftir reglunum
Mentamálaráðið hevur broytt avgerðina um at seta starvið í eitt ár uttan at lýsa stað leyst.
Poul Geert Hansen, aðalstjóri
Mynd: Savnsmynd  
 
27.08.2017 - 10:41

Mentamálaráðið ásannar nú, at tað var ikki í lagi at seta eitt kunningarfólk í starv í eitt ár, uttan at starvið varð lýst leyst frammanundan.

Í fráboðan sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri, sum alla vikuna annars hevur vart setanina, at ráðið nú fer at bera so í bandi, at hendan setanin heldur seg innan fyri karmarnar í sáttmnálanum. Akademikarasáttmálin loyvir tríggjar mánaðar setan uttan at størv verða lýst leys.

Átta fakfeløg og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum fíltust á setanina, sum Mentamálráðið fyrst vardi, men nú fer at broyta.

Starvið verður nú broytt til tríggjar mánaðir, og síðani skal starvið lýsast leyst, sigur aðalstjórin, sum harmast um óneyðuga rumblið, ið verið hevur, stendur í fráboðanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817