Spyr heilsumálaráðharran um KBU

Spyr heilsumálaráðharran um KBU
Magni Arge, fólkatingsmaður, vil hava at vita, um tað er skilagott at broyta skipanina, so læknalesandi lættari sleppa framat í Føroyum
Magni Arge hevur sett danska heilsumálaráðharranum fyrispurning
 

Spurningurin um KBU-skipanina hjá føroyingum, sum lesa til lækna, er komin í fólkatingið.

Magni Arge, fólkatingsmaður, spyr Ellen Trane Nørby, heilsumálaráðharra, um tað er skilagott at broyta skipanina í Føroyum, so tað gerst lættari hjá læknalesandi og nýútbúnum læknum at sleppa framat KBU í Føroyum.

Sum er eru føroyingar saman við dønum við í lutakastinum um KBU plássini í Føroyum.

KBU er stytting fyri klinisk basis uddannelse, tað sum fyrr kallaðist turnus.

Í løtuni lesa okkurt um 80 føroyingar til lækna í Danmark.

Nógv tey flestu vilja í KBU í Føroyum.     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878