Fara nú at seta kanningarstjóra

Fara nú at seta kanningarstjóra
Formansskapurin í løgtinginum fer mánadagin at viðgera eykajáttan til kanningarstjóra
Páll á Reynatúgvu og hini í formansskapinum í løgtinginum noyðast at fáa eykajáttan til at seta kanningarstjóra at kanna Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen
 
11.08.2017 - 07:55

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, skuldi í seinasta lagi í hesari vikuna fáa ein lista við nøvnum á løgfrøðingum, sum kunnu kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann.

Setan av kanningarstjóra, eykajáttan, er á skránni fyri fundin hjá formansskapinum mánadagin.

Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, viðgongur, at tað er ikki lætt at finna fólk, sum eru gegnig at kanna teir báðar.

Kanningarstjórin skal hava løgfrøðiligt embætisprógv og skal ikki arbeiða í fyrisitingini hjá landsstýrinum, á stovni undir landsstýrinum, hjá dómsvaldinum, ella fyrr hava viðgjørt málið, sum skal kannast.

Harafturat skulu tveir persónar kannast, og annar teirra, løgmaður, hevur eisini arbeitt sum advokatur.

Andstøðulimir biðið um kanningarstjóran

15 fólk í andstøðuni hava biðið um kanningarstjóra at svara seks spurningum um embætisførsluna hjá Høgna Hoydal viðvíkjandi veiðiloyvunum hjá partafelagnum Nærabergi.

Sjeyndi spurningurin er, um løgmaður hevur røkt sína skyldu at hava eftirlit við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum á fullgóðan hátt.  

Løgtingsformaðurin velur og setir kanningarstjóran.

Løgtingið noyðist at biðja løgtingið um pengar til kanningarstjóran. Eykajáttan má latast, tí játtanin hjá løgtingimum í fíggjarlógini umfatar ikki kanningarstjóra.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109