- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umboðskvinna: Tað var medisinskt marijuana
Mánadagin skal heimskendi kontrysangarin og -sangskrivarin Kris Kristofferson møta í Føroya rætti, tí hann er ákærdur fyri at hava smuglað rúsevni til Føroya.
Umboðskvinnan hjá Kri Kristofferson, Tamara Saviano, sigur í stuttari viðmerking við Útvarpið, at talan var um medisinskt marijuana, sum Kris Kristofferson varð tikin fyri:
"Kris Kristofferson hevði nakrar dósir við ballaðum medisinskum marijuana á sær, sum lækni hansara hevði útskrivað, og sum er lógligt í Kalifornia. Hetta varð tikið frá honum á flogvøllinum í Føroyum, og hann fekk eina bót á 160 amerikanskar dollarar."
160 dollarar eru 1013 krónur.
Kris Kristofferson var í Føroyum í fjør ísambandi við eina konsert í Norðurlandahúsinum 1. september, og hann vitjaði aftur í summar, tá hann spældi á ársins G! festivali.