- Tíðindi, mentan og ítróttur
Treylarar rendu saman í Søldarfirði
Treylarar rendu saman í Søldarfirði
Tveir treylarar rendu seinnapartrin saman í Søldarfirði. Annar treylarin bóltaði oman av vegnum.
Mynd: Savnsmynd
09.08.2017 - 17:36
Ferðslan frá Skipanesi móti Runavík er darvað eftir at tveir stórir treylarar rendu saman í Søldarfirði nakað sunnan fyri rundkoyringina við Skipanes.
Politiið sigur, at annar treylarin bóltaði oman av vegnum. Annar av bilførarunum hevur fingið skaða, men talan er ikki um álvarsligan skaða.
Ferðslan frá rundkoyringini og suður eftir eystara arminum á Skálafjørðinum er darvað av óhappinum. Politiið sigur, at fyribils má ferðslan koyra eftir niðara vegnum. Tað vil siga eftir vegnum gjøgnum Søldarfjørð.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV