Stórveldini fara at leggja trýst á Grønland

Stórveldini fara at leggja trýst á Grønland
Per Stig Møller, fyrrverandi uttanríkisráðharri, mælir til, at Danmark sýnir Grønlandi størri ans á uttanríkispolitiska økinum
Per Stig Møller, fyrrverandi uttanríkisráðharri, stúrir fyri avleiðingunum, um Grønland fer burtur úr ríkisfelagsskapinum
Mynd: eb.dk  
 
07.08.2017 - 10:40

Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, mælir til, at Danmark og Grønland gevast við at hava misálit á hvør øðrum, men heldur samstarva.

Í eini tíðargrein í Berlingske skrivar Per Stig Møller, at Danmark, Grønland og Føroyar eiga at semjast um ein uttanríkipolitikk, sum verður til fyrimunar fyri allar partar.

- Til tess at varðveita ríkisfelagsskapin, eigur Grønland at kenna seg á jøvnum føti við Danmark og Føroyar. Allir tríggir partar eiga at kenna seg heima, skrivar Per Stig Møller, sum stúrir fyri hinum møguleikanum.

Hann sigur, at so hvørt sum ferðslan í landnyrðings- og útnyrðingsleiðunum veksur, fara stórveldi sum Kina, USA og Russland at fáa størri áhuga fyri Grønlandi.

- Og tað kann vera vandamikið hjá so fáum fólkum í einum so stórum landi, um Grønland tekur seg burtur úr ríkisfelagsskapinum, donsku uttanríkistænastuni og verjuni, skrivar fyrrverandi danski uttanríkiráðharrin.

Grønland kemur undir trýst

- Hvør í sinum lagi fara Kina, USA og Russland at royna at forða fyri, at Grønland hellir ein ávísan veg. Hernaðarliga dubbingin í póløkinum fer at vaksa, og eisini royndin hjá stórveldunum at fáa valdið á Grønlandi, kanska við at leggja búskaparligt ella hernaðarligt trýst á grønlendingar, skrivar Per Stig Møller.

Hann heitir á Danmark um at virða Grønland, so álitið millum bæði londini á uttanríkispolitiska økinum verður endurreist

- Tað er eisini ein fyrimunur fyri Danmark at vera í sama báti sum Grønland, sigur Per Stig Møller í tíðargreinini í Berlingske.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju 16 feb 2025
187830
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Leygardag 15. februar
Upp á tá - 140225
187806
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
Hondbóltur: H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663