- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri enn tíggju fólk upp á byrsuna í Føroyum
Færri enn tíggju fólk upp á byrsuna í Føroyum
Umhvørvisstovan hevur skrásett 5.700 skotvápn síðani á nýggjárinum
30.07.2017 - 12:37
Síðani 1.januar í ár hevur Umhvørvisstovan skrásett næstan 5.700 skotvápn í vápnaskránni og skrivað 2.168 vápnaloyvi, sum eru kravd nú.
Í ískoytinum til røðu løgmans ólavsøkudag verður upplýst, at í vápnaskránni eru 5.693 vápn.
Seks veitarar eru góðkendir at halda vápnatrygdarskeið.
20 fólk eru góðkend at læra fólk at handfara og brúka byrsu.
Miljø- og Fødevareministeriet í Danmark hevur góðkent, at føroyska vápnaprógvið kann brúkast til at fáa útskrivað “gæstejagttegn” í Danmark.
Fólk hava eisini havt møguleikan at lata løgregluni skotvápn, sum eru mett at vera ólóglig.
Freistin var úti 1.juli í fjør, og løgreglan fekk knappliga 180 skotvápn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV