- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland og loysing: dagurin er ikki avgjørdur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kim_kielsen_26456a.jpg?itok=Sg1P5UfX)
Kim Kielsen, landsstýrisformaður, er afturvaldur til formann í Siumut.
Flokkurin vil ikki skunda sær úr ríkisfelagsskapinum sum avbjóðarin til formanssessin, Vittus Qujaukitsoq, fyrrverandi landsstýrismaður í uttanríkismálum, vil.
Suka Frederiksen, landsstýriskvinna í sjálvstýri, vil eisini hava ein dag ásettan, tá Grønland tekur loysing.
Ongan skund
Kim Kielsen hevur ikki so stóran skund at slíta.
Landsfundurin hjá Siumut viðgjørdi spurningin, um loysingin skuldi dagfestast. Men eingin dagur varð ásettur.
Kim Kielsen sigur, at grønlendingar vita ikki nóg væl, hvat krevst av teimum at yvirtaka tey 30 málsøkini, sum Danmark hevur fyri Grønland.
Nú sigur Simut seg arbeiða fram móti, at Grønland gerst ein sjálvstøðugur statur og ikki, sum higartil, fram móti sjálvstýri, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.