- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldurin skundaði undir tilbúgvingarætlanina
Eldurin skundaði undir tilbúgvingarætlanina
Býráðið á Tvøroyri hevur á eykabýráðsfundi samtykt at taka undir við uppskotinum um tilbúgvingarætlan og tilbúgvingarpolitikk fyri kommununa
17.07.2017 - 13:52
Eldurin í Varðanum Pelagic skundaði undir arbeiðið at gera eina tilbúgvingarætlan fyri Tvøroyar kommunu. Býráðið samtykti í síðstu viku tilbúgvingarætlanina.
Arbeiðið at gera tilbúgvingarætlanina, sum er kravd í tilbúgvingarlógini, byrjaði í fjør heyst. Eftir eldin í Varðanum Pelagic 9. juni varð arbeiðið tikið uppaftur og gjørt liðugt.
Á eykabýráðsfundi í síðstu viku samtykti býráðið einmælt at taka undir við uppskotinum um tilbúgvingarætlan og tilbúgvingarpolitikk fyri kommununa.
Fundir vóru við Varðan Pelagic, sjúkrahúsið, Effo, Strandferðsluna og politiið, tá uppskot um tilbúgvingarætlan varð gjørt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV