- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri máttu við sjúkrabili
Fleiri máttu við sjúkrabili
Fólk hava annars verið í góðum lag - bæði í Gøtu og í Miðvági. Samarittarnir hava havt meira at gera enn løgreglan, sambært vakthavandi
16.07.2017 - 09:32
Hóast tvey stór tiltøk, G!festivalurin í Gøtu og Vestanstevnan í Miðvági, so hevur løgreglan havt lítið at gera um vikuskiftið. Tveir bilførarar vóru í nátt tiknir fyri rúsdrekkakoyring. Ein inni í Eysturoynni og ein í Havn.
Takk til samarittarnar
Tó so hava portørarnir á sjúkrahúsunum havt eitt sindur at gera av fólki, sum hevði drukkið, vóru dottin ella annað. Fleiri sjúkrabilar vóru sambært vakthavandi sendir til Gøtu í gjárkvøldið og í nátt, og ein sjúkrabilur var sendur til Miðvágs. Í ongum av førunum var talan um harðskap. Sambært vakthavandi eiga samarittarnir á økinum eitt herðaklapp
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV