- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA: Vit svara aftur við hermegi um neyðugt
Málið um rakettina, sum Norðurkorea royndarskjeyt fyrr í vikuni, er langt frá av, og nú hóttir USA við at nýta hermegi ímóti landinum, um Norðurkorea ikki makkar rætt.
USA kennir seg hótt av, at Norðurkorea ferð eftir ferð royndarskjýtur rakettir, sum møguliga kunnu raka USA. Trygdarráðið hjá ST hevur samtykt, at Norðurkorea ikki skal fremja royndarspreingingarnar.
SÍ EISINI Norðurkorea tætt við at hótta USA
USA fer at gera tað sum er neyðugt fyri at loysa málið, sigur Nikki Haley, sendikvinna hjá USA í ST. Landið er til reiðar at nýta allar møguleikar fyri at verja seg sjálvt og síni sameindu, gjørdi hon greitt mikukvøldið.
- Vit hava hermegi sum kann gera tað, men fyribils fara vit at halda fram við øðrum royndum, gjørdi hon greitt. Samstundis tosa USA og Frakland um at herða tiltøkini ímóti Norðurkorea, ST hevur samtykt.
Men Rusland sigur seg vera ímóti harðari tiltøkum. Sama sjónarmið hevur Kina, sum ikki heldur at amerikanska trýstið á Norðurkorea fer at hava nakrar batar við sær.