- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óttast ófrið á G20-toppfundi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ofridur-g20-toppfundur.jpg?itok=hQyhGcfV)
Løgreglan í týska býnum, Hamburg, fyrireikar seg til ógvusligan ófrið uppundir G20-toppfundin, sum verður í týska satórbýnum um vikuskiftið.
Kendir leiðarar, sum Donald Trump, Vladimir Putin og Erdogan, forseti í Turkalandi koma til býin seinnapartin, og løgreglan er longu farin undir at fyrireika seg, tí minst 5.000 mótmælisfólk fara at gera vart við seg.
Hald longu lagt á vápn
Talan er um mótmælisfólk, sum ikki aftra seg við at bera vápn, skrivar The Guardian. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, hevur longu heitt á mótmælisfólkini, ið streyma til býin, um at bera seg rætt at, og at mótmæla friðarliga.
Løgreglan í týska býnum sigur seg longu hava lagt hald á hópin av knívum, og ymisk kemisk evni í dunkum, sum mótmælisfólkini høvdu við sær.
Hermenn hava eisini fingið boð um at skipa lóg og landaskil, og verjumálaráðið hevur rátt teimum frá at vera í hermannabúna, fyri at sleppa undan óneyðugum harðskapi.