- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dampur frá brúsunum tendraði alarmskipan
Dampur frá brúsunum tendraði alarmskipan
Seinnapartin var stórur útrykningur niðan á Løgmannabreyt, men talan var um damp í brúsurúmunum
06.07.2017 - 17:10
Fýra sløkkiliðsbilar fóru í fullum útrykningi til skúlan við Løgmannabreyt stutt áðrenn klokkan fimm seinnapartin, tí beinleiðis alarmskipanin hjá skúlanum, sum hevur beinleiðis samband við sløkkiliðsstøðina, fór í gongd.
Tíbetur var ikki eldur í. Orsøkin, til at alarmurin fór í gongd, var, at ov nógv dampur var í brúsurúminum. CISV-lega heldur til í skúlanum í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV